Rókur Trygvason silvur í 100 metur frí og stórt persónligt met

Rókur Trygvason svam ein stak góðan 100 metur frí í Reykavík International Games 2019. Hann kom inn á mál, sum nummar tvey, við tíðini 53.71 og tað er munandi betur enn hansara besta tíð, sum var 54.39 og sum hann svam tann 5. juli í Helsinki í Finlandi í 2018.

Vinnarin av kappingin gjørdist Kristofer Sigurdsson frá Ithrottabandalag Reykjanesbajar og hevði hann tíðina 53.14, so har var ikki serliga stórur munir á. Kristofer er 5 ár eldri enn Rókur.

Gott svomi Rókur og stórt tillukku.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: