Rókur Trygvason frá Ægir vann trygt 200 metur bringu við tíðini 2:24.90

Rókur hølvaði havnamannin Alvi Hjelm av í 200 metur bringu, har Rókur Trygvason kom inn við tíðini 2:24.90 og sum er hansara næstbesta tíð yvirhøvur. Heili 5. sekund aftaná kom Alvi Hjelm frá Havnar Svimjifelag á mál við tíðini 2:29.63 og 10 sekund aftanfyri kom hin havnamaðurin Bartal E. Eidesgaard á mál við tíðini 2:34.98.
Rókur Trygvason var ikki nøgdir við tíðina hjá sær, tí hann ætlaði at seta persónlig met og tann tíðin er 2:24.49 og tað var í Bergen tann 14. apríl 2018.
Men ein sera flott kapping og har Ægir enn einaferð setti HS og svimjarnir sum svimja í Danmark uppá pláss.
Stórt tillukku Rókur.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: