Rókur Trygvason frá Ægir slóð metið hjá Pál Joensen í 50 metur frí

Rókur Trygvason hevur havt eitt einastandandi gott Atlantic Open 2019 og í dag slóð hann eitt av tí allar elsta metinum innan føroyska svimjingin, nemliga metið hjá Pál Joensen í 50 metur frí og haldi tykkum fast, tað metið er 10 ára gamal og at sláa sjálvan kongin innan føroyska svimjing hendur ikki á hvørjum degi, eitt satt bagd Rókur

Rókur Trygvason er bringusvimjari
Tað sum er heilt sjálvsamt og tað er, at Rókur Trygvason er bringusvimjari og í dag slóð hann metið hjá Pál Joensen, sum var frísvimjari burturav. Rókur Trygvason frá Ægir kom inn við tíðini 23.14 og tíðin hjá Pál var 23.19, sostatt er ein nýggjur kongur innan føroyska svimjing og tað er Rókur Trygvason, ongin annar í Føroya søgu hevur svomið skjótari enn hann og tað besta av tí heila, vit í Ægir eiga hann.

Fantastiska flott klára Rókur Trygvason og stórt tillukku.

SáH

Mynd: Janus Joensen

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: