Rókur Trygvason frá Ægir Føroyameistari í 200 metur bringu

Rókur hevur júst svomi 200 metur bringu og vann hann trygt kappingini, næstan 5 sekund frammanfyri Róland Toftum.

Teir báðir svomu javnt teir fyrstu 100 metrarnar, men so tók Rókur nøkur ordilig tøk og hann legði seg langt framum og økti um leiðsluna og tá ið teir komu á mál, var Rókur næstan 5 sekund frammanfyri Róland, sum kom á mál við tíðini 2:24.65, nummar trý gjørdist Rani Jacobsen við tíðini 2:35.31.

Stórt tillukku Rókur Trygvason.

SáH

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.