Rói nýggjur stjóri í KBI samtakinum

Vit gleðast um, at kunngera at Rói Clementsen er settur sum nýggjur stjóri í KBI samtakinum.

Rói hevur verið í starvi í fyritøkuni í fleiri ár, har hann seinastu tvey árini hevur røkt starvið sum sølustjóri. Í sínum starvið hevur hann fingið holla vitan um virksemi í samtakinum, og í tøttum samstarvið við Karl Birgir sála, verið við til at mynda felagið.

“Eg fari saman við øllum okkara fantastisku starvsfólkunum, at reka fyritøkuna víðari í sama anda sum hon higartil er rikin av Karl Birgir sála. Vit koma framvegis at veita eina sera góða tænastu, og eitt breitt úrval av vørum til tað føroyska vinnulívið. Vit hava stórar ætlanir fyri framtíðina, sum vera settar í verk í komandi ár”
sigur Rói Clementsen.

Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv við bæði kundar og veitarar.

KBI samtakið umfatar fyritøkurnar KBI, Pólar, Solberg og Tín Lásasmiðjur. Allar fyritøkurnar hava til felags, at veita vørur og tænastur til føroyska vinnulívið. Í samtakinum arbeiða 26 starvsfólk, og halda vit til í Klaksvík, Kollafjørð og Tórshavn.

KBI

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: