Rógvi og Einar skrivað undir sáttmála við TB

Í gjár gjørdist greitt, at Rógvi Joensen og Einar Thorsteinsson verða partur av Betri-hópinum hjá TB.

Rógvi Joensen er einki óskrivað blað í føroyskum fótbólti. Við 208 dystum og 38 málum fyri besta liðið hjá TB, er 26-ára gamli miðvallarin ein hin royndasti spælarin á liðnum. Rógvi er kendur fyri altíð at kempa til síðsta blóðsdropa og eins og hann hevur skorað eina rúgvu av málum, so hevur hann eisini lagt upp til sera nógv mál. Rógvi hevur sera gott ”yvirblikk” á vøllinum og hansara stóra rutina ger, at hann er ein fongur fyri eitthvørt lið – tíbetur fyri okkum, so er tað her á Tvøroyri, hann hevur valt at spæla.

Nýggjasta ískoytið til liðið, er ungi vágbingurin Einar Thorsteinsson. Einar hevur sína fótbóltsuppaling í Vági, hjá FC Suðuroy og royndi seg í tvey ár á næstbesta liðnum hjá TB/FCS/Royn, áðrenn hann í fjør skifti til TB og spældi við næstbesta liðnum her. Einar stendur eisini noteraður fyri ein dyst í bestu deildini, við TB, í 2019. 19 ára gamli Einar hevur tikið seg ótrúliga nógv fram seinastu tíðina, so nógv, at venjari okkara hevur gjørt av, at hann hevur tørv á álopskenda miðvallaranum í besta hópinum. Einar er ein sera skjótur leikari, ið veit hvar málið stendur og vit vænta okkum nógv av honum.

Vit ynskja Rógva og Einari bestu eydnu í siðbundnu, stríputu blusuni og vóna at tað fer at ganga teimum og TB væl í kappingarárinum 2020.

Kelda: TB

SáH

Lýsing Maverick Barr

Lýsing Maverick Barr
Lýsing Maverick Barr
Please follow and like us: