Rógvi Kárason og Rigmor Napoelonsdóttir Arge vunnu NS Maraton 2020

Treysti skipaði aftur í ár fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Hetta var samstundis FM í hálvmaraton. Talan var um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað var bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.

Umframt hálvmaraton so var eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning og barnarenning.

Startur og mál var á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton var runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda.

Motiónsrenningin var eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin var eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er góðar 400m.

Talan var um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.

Klokkan 14:20 klappaði Andreas Josephsen allar rennarnar avstað, eftir at Guttorm Sørensen hevði fortalt rennarar hvussu teinurin skuldi rennast og um trygdarreglurnar.

Nógv fólk vóru til renningina og vinnari gjørdist Rógvi Kárason frá Bragdinum við tíðini 1:20:49.9 og hjá kvinnunum vann Rigmor Nopelonsdóttir Arge frá Hvirluni og við tíðini 1:29:23.7, sjá úrslini herundir:

Úrslit eru her:
Børn -7: https://www.webscorer.com/race?raceid=218450
Børn -10: https://www.webscorer.com/race?raceid=218451
Børn -13: https://www.webscorer.com/race?raceid=218453
Motiónsrenning: https://www.webscorer.com/race?raceid=218484
NS hálvmaraton: https://www.webscorer.com/race?raceid=218456
FM hálvmaraton: https://www.webscorer.com/race?raceid=218482

Her myndir frá NS hálvmaraton, sum Símun á Høvdanum hevur tikið og frá heimasíðuni hjá Treystið, sjá herundir.

http://myndaportal.fo/myndir-ns-halvmaraton-2020/

Myndir frá NS hálvmaraton, NS motiónsrenning og NS barnarenning í gjár og sum eru á heimasíðuni hjá Teystið 🙂
https://photos.app.goo.gl/xHhpnK2fYZb84uLDA

Norðoya Sparikassi er høvuðssponsorin hjá Treystanum.

SáH

Please follow and like us: