Rógvi Jacobsen nýggjur býráðslimur

Mánadagin 14. februar 2022 var Rógvi Jacobsen á sínum fyrsta nevndarfundi í býráðnum, har hann hevur tikið sæti sum fyrsti varalimur hjá Tjóðveldi. Fyrst valdi býráðslimurin hjá Tjóðveldi, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, er farin í barnsburðarfarloyvi, og Rógvi Jacobsen hevur nú tikið sæti fyri hana í býráðnum, umframt í hesum nevndum: Heilsunevndin, Mentanarnevndin, Trivnaðarnevndin Børn og ung, Trivnaðarnevndin Eldri og bústaðir og Umhvørvis- og býarskipanarnevndin.
Í mun til býráðsarbeiðið er kanska áhugavert at nevna, at Rógvi er sonur Steinbjørn O. Jacobsen, sum var býráðslimur í samanlagt 24 ár, frá 1997 til 2020, harav 8 ár sum borgarstjóri árini 2001-2008. Sostatt kann staðfestast, Rógvi hevur kommunupolitikk í æðrunum, og nú hevur hann fyri fyrstu ferð tikið sæti. Rógvi Jacobsen er útbúgvin timburmaður og er sjálvstøðugur vinnurekandi.
– Hesaferð verður tað bert í nakrar mánaðir, men eg síggi fram til at gera mær nakrar royndir í býráðsarbeiði, sum altíð hevur havt mín stóra áhuga, sigur Rógvi í stuttari viðmerking.
Væntandi verður avloysaratíðarskeiðið fram til í summar.
Klaksvíkar Kommuna