Rørandi løta, tá Guttorm Sørensen fekk handað heiðursskjal

Tað gjørdist ein sera rørandi løta í Býráðshúsinum í kvøld, tá ið Guttorm Sørensen fekk handað heiðursskjal Poul E. Petersen.
Sera nógv fólk vóru komin saman at heiðra Guttorm og løtan gjørdist minnilig, við góðum talum og so sungu 17 sangarnir eisini tveir vakrar sangir.
Samanumtikið vóru øll samd um, at Guttorm Sørensen var rættið maðurin, sum bleiv heiðaður við Poul E. Petersen heiðurskjalinum og fekk Guttorm góð og rósandi orð frá øllum sum talaðu og tað hevði hann sanniliga uppiborið.
Stórt tillukku Guttorm Sørensen, tú hevur sanniliga verður ein fongur fyri rennifelagið Treysti.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: