Røðan sum Tummas Lervig helt á “Gleim meg ei”

Góðu tit øll
Í dag kunnu vit vera glað og takksom, tí nú er eitt týðandi mál rokkið, sum vit settu okkum fyri at náa.
Tá vit fáa eina gávu fyri einki, tá blíva vit sjálvsagt glað.
Men tað er eitt, sum kann gera okkum enn meira glað – tað er, tá vit náa einum máli, sum vit hava sett okkum fyri, og sum vit hava kempað fyri.
At fáa hendan stovnin “Gloym meg ei” inn í hendan bygningin mitt í býnum í Klaksvík – tað eru vit fleiri, sum hava kempað fyri – og tí veit eg, at ikki bara eg sjálvur, men fleiri eru glað í dag.
Ofta hugsa vit, at loysnirnar skulu koma frá teimum, sum eru høgt sett, og tað gera tær eisini viðhvørt.
Men hesin stovnurin herinni er eitt dømi um eitt mál, sum byrjaði við eldsálum, ið settu sær fyri at finna eina loysn – at finna ein góðan bygning til “Gloym meg ei” her í Klaksvík.
Eg minnist so væl ta samrøðuna um jóltíðir í fjør, tá ein skilakvinna her í Klaksvík heitti á meg – og á aðrar býráðslimir – um at bjóða “Gloym meg ei” ein bygning. Beinanvegin tá settu vit okkum fyri, at hetta skuldu vit klára.
Tað verður ofta sagt um kommunur og um tað almenna, at tey arbeiða so seint, men eg haldi ikki, at tað kann sigast um hetta málið.
Tað gekk ikki leingi, so høvdu vit biðið umsitingina fara í gongd, og so var farið til verka í góðum og dynamiskum samstarvi við eldsálirnar herinni og við dugnaligu fólkini í Almannaverkinum.
Forðingarnar hava verið fleiri á hesi ferðini, og nógv skuldi fáast at passa saman, og tá er skjótt at missa mótið.
Men vit vildu ikki geva upp, tí vit ynskja og vilja geva okkara borgarum so nógvar og góðar tænastur her í økinum.
Vit ynskja, at Klaksvík skal vera ein býur fyri øll – at hetta økið skal vera eitt gott stað at búgva í – men eingin býur, einki øki, er gott, uttan at borgararnir hava tað gott.
Eitt er vist:
“Gloym meg ei” hevði ikki komið til Klaksvíkar, um ikki vit øll – allir partar – stóðu saman, og her hugsi eg bæði um brúkarar, starvsfólk, leiðarar, stjórar, Almannaverkið, býráðsumsiting, býráðslimir o.s.fr. o.s.fr.
Her vil eg eisini nýta høvið at takka Almannamálaraðnum fyri teirra góða samstarvsvilja, tá kommunur vísa vilja til samstarv. Eingin ivi er um, at tað er við góðum samstarvi og við at lyfta í felag, at vit koma longst.
Góðu tit øll
Stóra, stóra takk fyri, at vit kundu standa saman um hetta málið, her borgarin er í sentrum.
Vit mugu ongantíð gloyma, at vit, sum eru vald í býráð, í løgting og í landsstýri, vit eru ikki sett har fyri okkara egnu skyld – nei, vit eru sett har at tæna fólkinum – at gera tað, sum er best fyri borgaran.
Borgarin skal vera í sentrum.
Tí eri eg fegin og takksamur í dag, nú vit hava fingið hendan stovnin til Klaksvíkar, tí “Gloym meg ei” er til fyri borgaran.
Stóra takk fyri.
Tummas Lervig