Røðan hjá Sigurd Lamhauge til Tunlar norður um fjall

Góðan dag øll somul og vælkomin til hetta hátíðarhald, nú vit í dag lata seinasta skotið av til tann nýggja Árnafjarðartunilin, ein av tveimum tunlum Norður um fjall.

Henda verkætlanin hevur stóran týdning fyri framtíðina, fólkið og vinnuna, ið liva og virka her norðan fyri.

Skráin hjá okkum er hendan: Meiningin var at landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Uni Rasmussen, skuldi flyta fram røðu, men hann er upptikin av øðrum arbeiði júst nú, so hann fær ein nýggjan møguleika seinni.

Aftan á meg kemur borgmeistarin í Klaksvík, Karl Johansen, at flyta fram røðu.

Ungur nemur gamal fremur, verður sagt.

Nú hava ungir menn staðið á herðunum á teimum, ið bygdu tann fyrsta Árnafjarðartunilin, og nú eru teir eisini komnir á mál við sínum arbeiði.

Um eina løtu lata vit seinasta skotið av og eina nýggja, betri og trygga farleið millum Ánirnar og Árnafjørð.

Til at trýsta á spreingiknøttin í dag, nú vit lata seinasta skotið av, hava vit fingið ein mann, ið var var við til at gera tann fyrra Árnafjarðatunnilin: Knút Guðjónsson.

Knút var formaður fyri tað eina “sjakkið” av trimum, undir Gísla Gíslason, sum var íslendingur, ið stóð fyri teimum fyrru og gomlu tunlunum Norður um fjall.

Knút er ein royndur maður á tunnilsøkinum, hann var við til at gera Hvalbiartunnilin, ið nú eisini er avloystur av einum nýggjum tunli, eins og Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin eisini verða um ikki so langa tíð.

Hann var eisini við til at gera Sandvíkartunnilin.

Vit fara frá einum eitt sporaðum lágum tunli til eina tvísporaða farleið. Soleiðis er tað, og soleiðis skal tað vera í einum livandi samfelagi, sum mennist og støðugt betrar um undirstøðukervið.

Í dag standa vit við ein merkisvarða í hesi verkætlanini. Umleið 4071 m eru skotnir gjøgnum fjøllini, vit mangla nakrar metrar í Hvannasundstunlinum. Árnafjarðatunilin verður 1888 m og Hvannasundstunilin verður 2183 m, so eru vit eisini ígjøgnum har.

Vegir skulu sjálvandi gerast til tunnilin, og tilsamans eru játtaðar 522 milliónir krónur til arbeiði.

Arbeiði hevur gingið framúr væl. 30.09.2021 varð fyrsta skotið latið í Hvannasundstunlinum, og um eina viku ella so verður tað seinasta latið av.

02.11.2021 varð fyrsta skotið til Árnafjarðatunlinum latið av, og nú, eitt ár seinni, í dag 08.11.2022 lata vit tað seinasta skotið ganga.

Enn er nakað arbeiði eftir, áðrenn ferðsla kann koyra ígjøgnum tunnilin. Ymiskt arbeiði er eftir at gera. Vegaarbeiði við tunnilsmunnarnar, vegagerð inni í tunlinum, tekniskar installatiónir, ljós og onnur trygdarútgerð skal gerast liðug, áðrenn klárt er at koyra. Sambært tíðarætlan, verður hetta arbeiðið liðugt í desember 2024.

Samanumtikið er einki at finnast at í verkætlanini higartil.

Tað, ið vit sum byggiharri kunnu frøast mest um, er, at tað er ongin arbeiðsvanlukka er skrásett.

Arbeiðsvanlukkur kunnu skjótt henda í slíkum vandamiklum arbeiði, um arbeiði ikki verður skipað so, at trygdin er tað týdningarmiklasta.

Takk til tykkum, ið hava skipað arbeiði, gott at øll starvsfólk eru koma heim trygt og væl og í tí standi tey vóru í, áðrenn tey fóru til arbeiðis.

Eg vil í dag takka LBF, ið er høvuðsráðgevi á verkætlanini, høvuðsarbeiðstakara Articon og undirveitarum teirra, norska felagnum LNS og El-Service á Skála, fyri dygdargott arbeiði. Og eisini okkara egnu fólkum á Landsverki, ið hava gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði at skipa eina slíka verkætlan.

Enn eina ferð vil eg takka leiðslum og starvsfólki fyri væl úr hondum greitt arbeiði higartil.

Takk fyri.

Sigurd Lamhauge, stjóri

Landverk Føroya

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: