Røðan hjá Oliver Joensen á Grækarismessu 2021

Her røðan sum Oliver Joensen helt á Grækarismessu tann 12. mars 2021.

Góðan dag góðu skótar, hornorkestur og áhoyrarar!

Í fjør heittu skótarnir á meg um at halda grækarismessurøðuna. Av koronaávum bleiv hetta ikki av nøkrum, tí helt eg, at eg var sloppin undan at stíga fram her, men gakk, Jónleif Johannesen ringdi aftur í ár og helt, at nú eg slapp so væl seinast, átti eg at kunna sagt nøkur orð í ár í staðin. Í skjótt eitt mannaminni havi eg sjálvur troytta mangan tí eg vildi hava myndir ella tekstir til Norðlýsið. Tí helt eg ikki, at eg kundi bera meg undan tá boð vóru eftir mær.

Vit liva í eini tíð, sum rættuliga gevur okkum avbjóðingar. Hóast flestu okkara hava góðar umstøður at liva undir, so hevur korona farsóttin, ið hevur herjað allan heimin, verið ein avbjóðing hjá okkum.

Vit hava ikki kunna ferðast sum vit gjarna vildu og okkara útfluttningur av fiskavørum til onnur lond hevur eisini fingið eitt skót fyri bógvin.

Men nú er ljós fyri stavn, seinastu dagarnar hava vit fingið heilivág ímóti óhugnaligu koronasmittuni, tí vóna vit at smittan so spakuliga fer at missa takið á heimsins fólkasløgum, soleiðis at vit aftur kunna fara uttanlanda og bjóða fremmandafólki vælkomin hendavegin. Ikki minst at gongd aftur kemur á fiskaprísir og útflutning okkara, eins og okkara ferðavinna aftur kann standa á egnari megi.

Vit sum hava búleikast her í eitt langt lív hava sjálvandi ymisk fyribrigi sitandi fastari í viskuni enn onnur. Hjá mær hevur søgan um skalvalopini í Gerðum fyri 276 og 256 árum síðani verið ein partur av hendingum, ið tíðum hava runnið fram fyri meg. Hesar hendingar, sum júst 12. mars á Grækarismessu raktu ættarfólk míni undir Gerðalíð, við neyvt 20 ára millumbili, hevur sitið serstakliga fast í hugaheimi mínum. 12. mars hevur tí frá gamlari tíð verið feigdardagur í Gerðum.

Nógv er hent hesi skjótt 300 árini síðani skalvalopini tóku lívið av stórum parti av fólkamongdini, sum búði í Klaksvík tá.

Eg kann ikki lata vera við at minna á, at vit klaksvíkingar, sum eitt mentað og útbúgvið samfelag, áttu at lagt toftirnar eftir skalvalopini opnar, tær liggja enn undir flagið niðanfyri Gerðalíð. Her átti at ligið ein depil av fornminnum, sum kundi mint okkara eftirkomarar um stóru vanlukkunar, sum brádliga eina vetrarnátt kostaði 25 klaksvíkingum lívið.

Úti í Grøv liggja eisini toftir, ið væl kundu víst okkum aftur á tíðina, tá alt í veruleikanum byrjaði her í lokalsamfelagnum. Søgukøn fólk vita at siga um hesar toftirnar, at tær helst eru frá víkingatíðini. Sjálvandi áttu vit eisini at gjørt vísindaligar kanningar her og lagt hesar opnar fyri vitjandi, bæði fyri okkum sjálvum og gestum, ið vitja hendavegin. Nú so nógv verður tosað um eitt nýtt bein hjá okkara búskapi at standa á, nevniliga ferðavinnuni, ivist eg ikki í, at hesi fyribrigdini, toftirnar undir Gerðalíð og víkingatoftirnar í Grøvini kundu blivið eitt gott klípið og íkast til ferðavinnuna í Klaksvík. Vit eiga at duga betur at gera søgu okkara sjónliga við at varðveita nakað av tí, ið hevur verið við til at lagt gróðrarbotn undir tí framkomna samfelag vit eru so heppin at eiga í dag. Her hugsi eg eisini um handilshúsini úti í Klaksvík, Ídni, línubátin Nónhamar og annað, ið varðveitingarvert er. Tað hava vit ikki verið nóg røsk til. Skulu vit menna ferðavinnuna, er umráðandi at kunna vísa og prógva søguna.

At vit ikki altíð hava verið frammi í skónum tá tað snýr seg um at varðveita, eru toftirnar við Borðoyarvík eitt gott dømi um.

Fyri skjótt nógvum árum síðani var farið undir útgrevstur av bústaðarleivdum niðri á toftum á Uppsølum, toftirnar, ið liggja við bakkan á Borðoyarvík. Har bleiv ikki avsluttað við skilið og liggur enn í dag sum eitt sár í náttúruni.

Bakkin við Borðoyarvík er eisini ein søga fyri seg, ið vit eiga at hava eitt vakið eygað við og gera meira burturúr í ferðavinnuhøpi. Her kunnu vit enn ídag síggja jarðarløg og leivdur frá trævøkstri, ið hava ligið her tá ístíðirnar ráddu fyri kanska meira enn 128.000 árum síðani.

Men fyri at koma aftur til nútíðina. 12. mars er dagurin í dag. Tað er nú vit líkasum kasta tað myrkastu tíðina av árinum av okkum og hyggja fram til ljósari tíðir.

Hetta er tíðin, tá tú kring um teg sært hvussu alt so spakuliga vaknar úr dvala. Longu nú eru fyrstu blómurnar farnar at síggjast koma upp úr moldini. Eisini hava fyrstu várboðandi planturnar blomstrað, ja, onkur eg havi í urtagarði mínum er longu avblomstrað.

Ljósari er uttandura, tað hevur við sær at tíðin hjá vetrarítróttini fer at halla og vit byrja at síggja fyrstu dystirnar hjá summarítróttini at byrja. Ikki minst síggjast børnini meiri uttandura eftir langa skúladagin. Tey byrja aftur at hava áhuga fyri áðum, haga og uttanduraleiki. Vit sum eru væl til árs komin, kenna tað fjálgt og upplivandi at hoyra børnini uttanfyri serstakliga tá sólin kagar meira og meira undan úti undir vaðingini.

12. mars er dagurin, tá vit siga at Tjaldrið, ið vit hava valt sum tjóðarfugl okkara, kemur til landið. Sjálvur havi eg í mong ár fylgt gjølla við, tá fyrstu tilflytandi tjøldrini koma. Eg sigið tilflytandi, tí tað er ikki óvanligt at síggja støðuføst tjøldur í Føroyum alt árið.

Tað hevur tó verið sera óunniligt at fylgt teimum. Ár um ár hava tey fæðkast í stórum. Seinast í februar og fyrst í mars, plagi eg at ganga og koyra nógva túrar út á Oyrar at vita, um eg ikki kundi síggi eitt tjaldur.

Vanliga plagdi eg at gleðast um fyrsta stóra tjaldursflokkin longu eina viku og við hvørt fleiri vikur frammanundan Grækarismessu. Men í fjør sá eg sjálvur bert tvey tjøldur har beint undan 12. mars, hóast fólk úti á Oyri høvdu sæð tey nakrar dagar frammanundan. Tað sama endurtók seg í ár.

Í vikuskiftinum, sum fór var eg saman við øðrum ein gongutúr eysturi í Skúvadali. Á veg eystur hugdu vit sjálvandi eftir tjøldrum, men vit bóru bert eygað við trý.

Har eysturi hava skótar endurreist Skúvadalshúsið, sum í dag helst er eitt tað prýðiligasta og best útgjørda húsið, sum er staðsett úti í føroysku náttúruni til almenna nýtslu.

Kring okkara ótrúliga vakra bý, hava vit nógv brattlendi. Men har eysturi er stórt fríøki. Nógvur fuglur búleikast her, ikki at gloyma lómarnir, sum búleikast og klekja ungar sínar har um summarið og hestið. í gjøgnum øldir hava fólk brúkt hetta økið til seyðahald og til frítíðartúrar, umframt at nógvu vøtnini hava verið orsøk til at menn hava borið síl eystur, ið eru væl undankomin. Umframt í Skúvadali, so eru eisini hús, sum standa opin alt árið í Bjargamansdali og í Barmi. Hetta økið eysturi á Fjøllum er eitt satt eldorado fyri okkum, ið elska føroysku náttúruna og átti tí at verið avlagt til friðað økið til okkara vakra bý. Eg haldi at vit skulu lata okkara myndugleikar byggja vindmyllur og flogvallir aðrastaðni enn eysturi á Fjøllum, her eigur trivnaður hjá klaksvíkingum at koma í fyrstu røð.

Aftur til tjøldrini. – Fyrsta útgávan av Fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi kom út í 1951, ella fyri júst sjeyti árum síðani. Um nøgdina av tjøldrum, sigur Mikkjal tá millum annað, at fyrstani tey koma, hava tey tað við hvørt ringt, serstakliga tá kavi legst. Tá tyrpast tey oftað saman og eg havi sjálvur talt upp í 1200 í einum flokki, sigur fuglavinurin Mikkjal á Ryggi altso í Fuglabókini í 1951.

Mín áhugi fyri fuglum er stórur, sjálvt um ongin skal halda at eg eri nakar fuglafrøðingur. Men áhugi mín fekk meg til at fáa konu mína við til at koyra ein túr úr Klaksvík til Selatraðar. Hetta var tíðliga í apríl í fjør. Orsøkin var, at fyri mongum árum síðani plagdu vit at vera nógv har saman við børnunum, serstakliga í páskafrítíðini. Vit mintust serliga øll tjøldrini ið sóust har tá.

Hóast vit skimaðust og taldu tjøldur allan vegin út á Skálafjørðin og vestur til Selatraðar, sóu vit bert nøkur fá og ongar rættuligar flokkar. Sama túrin gjørdu vit í ár, fyri viku síðani, tað gekk á sama hátt, bert nøkur fá vóru at síggja..

Hetta er hugstoytt. Hvør orsøkin er veit eg ikki, men nógv verður gitt. Lat meg leggja afturat, at eg haldi at alt ov nógv verður bara “gitt” um føroyska fulgameingið. Vit áttu at vita betur. Bæði veðurlagsbroytingar og flatmaðkurin hava fingið skuldina, tó uttan prógv. Eisini er ført fram, at reyðmaðkurin er burtur. Tað er helst nakað um tað. Men tjaldrið eg sá úti á Oyri sunnudagin potaði dúgliga nevnið niður í svørðin og eisini tóktist tað at svølgja tað, tað fann, so ikki heilt einki er til matnað hjá teimum.

Vit hava, sum sagt,gjørt tjaldrið til Tjóðfugl okkara. Mangan verður hann eisini brúktur í politiskum høpi. Tað skal eg ikki gera nógv burturúr her, Nú eg skal enda, bert minna okkum á, at nú tíðirnar í Føroyum eru so ovurhonds góðar, at vit hava arbeiði til allar hendur og harafturat mugu innflyta arbeiðsmegi fyri at nøkta tørvin á stóra virkseminum, sum er í landinum fyri tíðina, so skulu vit ansa okkum soleiðis at vit ikki gloypa ov stórum bita.

Tí tá kunnu vit enda, sum tjaldrið ið ikki dugdi sær hógv. Mikkjal á Ryggi skrivar um tjaldrið, at umframt maðkar og annað í bønum, kann tað eisini taka øður. Men tá hevur tað hent at øðan hevur tikið tjaldrið, klípt skeljarnar saman um nevið og hildið, til flóðin hevur køvt tað.

Takk fyri at tit lýddu á. Eg ynski tykkum øllum eitt gott summar og minnist til at fara væl um okkara fuglameingi og vøkru náttúru okkara – Takk fyri at tit lýddu á.

Oliver Joensen,
á Grækarismessu 2021

Please follow and like us: