Røðan hjá Karl Johansen borgmeistara

Góðan dagin øll somul

Eg vil eisini nýta høvi at takka fyri innbjóðingina og møguleikan at siga nøkur orð í samband við hesa, bæði søguligu og gleðiligu løtu.

Ofta verður tikið til, at eitt nútímans undirstøðukervi styrkir samband millum bygdir og millum bygd og bý.

Atkoman gerst betur og tað verður meira smidligt at ferðast ímillum økini, farleiðirnar gerast alsamt meira tryggar, og skapar tað nýggjar møguleikar. Tí er hendan nýggja farleiðin eitt stórt frambrot.

Eftir at borgarar norðanfyri í ára 10’ir hava rópa varskó, eru vit í dag eitt týðandi fet nærri at fáa eina nýggja, trygga og nútímans farleið norð um fjall. Við hesari verkætlanini fær Klaksvíkar kommuna m.a. eina betri farleið til Árnafjørð og Svínoy.

Tað er ongin ivi um, at tað eru mong, sum í samband við arbeiði, skúla, lækna, ítrótt og frítíðarvirksemi og annað koyra gjøgnum gomlu tunlarnar dagliga, ja, summi fleiri ferðir um dagin. Fyri tey, sum nýta farleiðina heilt nógv, er hetta ein serliga stórur dagur. Ja, eri eg sannførdur um, at hetta fer at skapa fleiri møguleikar fyri bæði borgarar, vinnulív og vitjandi.

Seinastu árini er fólkatalið á Norðoyri og í Ánunum voksið. Tað sama hevur ikki verið galdandi fyri eitt nú Árnafjørð, men eg eri sannførdur um, at nýggi tunnilin fer gera tað alsamt høgligar at seta búgv norðanfyri tunlarnar.

Møguleikarnir at seta búgv í norðanfyri eru góðir, tí eri eg ikki í iva um, at fólkatalið í eisini fer at vaksa her komandi árini.

Tað er ongin loyna, at tá tað kemur til ferðavinnu, so eru tað smáplássini sum draga. Tey ferðandi vilja uppliva lívið á bygd. Tey vitja í kalsoynni, í Árnafirði, á Viðareiði og úti í Svínoy og Fugloy. Her er so ómetaliga vakurt og friðsælt, og tí gerst tað eisini enn meira áhugavert fyri ferðandi at vitja, nú farleiðin verður trygg og góð.

Tað eru ofta tey vitjandi, bæði føroyingar og útlendingar, sum hava kent seg ótryggar at ferðast í gomlu tunlunum.

Í mun til ferðafólkini, so hava borgarar, sum búleikast norðanfyri, havt serlig góð evnir at koyra gjøgnum gomlu tunlarnar. Ja, vit her sum sum ikki koyra dagliga, vit kenna á ferðini á bilunum, um tað eru norðingar ella ikki.

Góðu áhoyrarar
Kommunurnar í norðoyggjum samstarva sum er um nógv mál. Eg kann nevna eldraøkið, sløkkiliðið, tilbúgvingina, skúlamál, lækna, ferðavinnu. Tí verður við nýggju tunlunum lagt lunnar undir økt samstarv ímillum kommunurnar norðanfyri.

Eg gleðist somuleiðis um, at tað nýggja ‘tunnilsfjallið’, av øllum grótinum er komið at liggja á Lánni í Árnafirði, nú fer at minka aftur. Klaksvíkar komma fer eitt nú at nýta ein part av grótinum til at víðka um Norðhavnina í Áninum og bátahylin í Árnafirði.

At enda vil eg saman við tykkum gleðast um hendan varðan, sum í dag er lagdur. Hetta ein stórur dagur í samferðslusøguni í Føroyum og menningini av vegakervinum sum heild.

Takk fyri

Karl Johansen, borgmeistari

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: