Røðan hjá Elsebeth Mercedis á fólkafundinum á Lítlu Dímun

Teir sum vara av Lítlu Dímun skipaðu aftur í ár fyri fólkafundi úti í Oynni. Hetta er ein sannur hátíðardagur og ein stór uppliving fyri luttakarnar. Í ár vóru yvir 100 luttakarar og øll blivu flogin út í Oynna úr Hvalba. Veðrið var av tí allarfagrasta, ikki ein ond og fantastiskt útsýni yvir hav og oyggjar.

Sum altíð, so vóru nógv góð tiltøk á skránni, so sum søgan um oynna, røður, tónleikur, sangur og føroyskur dansur. Høvuðsrøðari í ár var løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Elsebeth sigur, at fyrireikarnir spurdu hana í 2021 meðan hon enn var landstýriskvinna í almannamálum, um hon kundi vera høvuðsrøðari, og hon játtaði sjálvsagt beinanvegin. Tað er jú ein stórur framíhjárættur og ikki á hvørjum degi, at høvi býðst at halda røðu á heimsins vakrasta røðarapalli, á toppinum á Lítlu Dímun.

Orsakað av keðiligum veðri bleiv túrurin í 2021 av ongum. Sum øllum kunnugt valdi eg at fara úr landsstýrinum í december mánaða í 2021, men innbjóðingin frá stigtakarunum stóð við til fólkafundin í 2022 og tað fegnist eg um.

Elsebeth sigur at enda, at árligi fólkafundurin úti í Lítlu Dímun er eitt sera gott tiltak, sum hon tekur fult og heilt undir við og vónandi kann hetta halda fram. Hetta er eitt gott dømi uppá, hvussu umráðandi tað er við eldsálum. Eldsálir fáa ting at henda, og tað eru slíkum fólkum vit hava brúk fyri.

Røðan er á linkinum niðanfyri

https://drive.google.com/file/d/1wZ7tYUgu8nze4t74-yQQIyiXDo0jYoo4/view

Røða til fólkafund á Lítlu Dímun
Góðu áhoyrarar, góðu fundargestir. Eg síggi tað sum ein stóran heiður og framíhjárætt at standa her í dag. Má ásanna, at orð kennast fátøk í hesum
ótrúliga umhvørvinum á toppinum á Lítlu Dímun.

Tað er ikki av tilvild, at júst Lítla Dímun er vald til røðarapall til henda fólkafundin. Oyggin er einastandandi vøkur og serstøk. Eg eri veruliga takksom fyri at mær untist hesa uppliving.

Tað at koma saman við okkara landsmonnum til fólkafund soleiðis, sum vit gera her í dag, er lívsjáttandi og uppbyggjandi. Hóast ymisk og við ymsum
lívsáskoðanum, so hava vit nógv felags áhugamál. Latið okkum savnast um tey.

Vit eru øll errin av landi okkara, errin av at vera føroyingar.

Vit kundu helst havt gjørt nógv annað í dag, men hava valt at seta kross í álmannanakkan til henda fólkafundin.

Løtur sum hesar eru stjørnustundir í lívinum. Tað er ikki givið, at vit fáa nakra størri løtu enn júst hesa. Latið okkum anda djúpt inn og njóta og sansa
vakurleikan og umhvørvið, so hetta gerst eitt minni fyri lívið. Latum okkum njóta nú ́ið.

Eg kann ímynda mær, at líka so fantastiskt sum tað er at skoða bláa havið og himmalin og oyggjarnar ein slíkan vakran dag sum í dag, líka so stórbært og vilt er tað helst at standa her ein ódnardag, tá himmal og hav alt er í einum roki.

Skapanarverkið er fantastiskt, Føroyar eru fantastiskar. Hetta er okkara land, hetta er okkara verð, hetta landið eiga vit.

Lítla Dímun hevur opinlýst ein heilt serstakan týdning fyri fólk í Hvalba og Sandvík, sum hava gjørt oynna til nakað serligt. Arbeiðið við oynni er fyridømi um samstarv og samanhald. Tað er spennandi og mennandi fyri børn og unglingar at vaksa upp í hesum umhvørvinum og at vera við í øllum arbeiðinum í samband við Lítlu Dímun. Hetta, tá lembingin er fyri, til seyðarakstur, fletting og haggreiðing. Hetta hevur mentanarligan týdning. Tað er spennandi tá dagurin kemur at farast skal út í oynna og alt skal fyrireikast.

Oluf Skaalum endar longu og fjálgu grein sína um Lítlu Dímun við hesum orðum: Havið og fjøllini uppala føroyska ungdómin. Bæði eru tey sterkir og
stoltir uppalarar, sum halda fram somu djørvu talu ætt eftir ætt. Rasmus Effersøe skrivar eisini: ”bylgjan blá og fjøllini so brøtt, kunna ungar piltar væl upplíva, gera teimum fót og hjørtu løtt. Víðari skrivar Johs. Andreas Næs: ”Væl er Oyggin vøkur og eggjandi at síggja til og vitja og væl er hon rík við seyði og fugli, men hon er berg øll, sum hon er, og hon ber í barmi sínum bergsins hátíðarliga dám, sum krevur, at tú stígur varisliga og er ansin í hvørjum spori.

Mangar sagnir og søgur eru úr Lítlu Dímun, bæði gleðiligar og daprar. Kirkjubókin í Hvalbiar sókn sigur sína søgu um henda veruleika. Mong roysni
og brøgd eru gjørd í bakkalendi, sum menn ikki tala so nógv um – helst tiga teir tað burtur, men teir takka Gudi fyri, at teir komu heilskapaðir aftur til húsar. Kortini fara teir glaðir og vónríkir aftur út í Oynna næstu ferð.

Hvalbingar fingu næstsíðsta heyst sleppingarlomb av Villingadalsfjalli á Viðareiði og av Klakki í Klaksvík. Fjøllini norðanfyri eru høg og brøtt og tí
skuldu lombini verið von við brattlendið her á Lítlu Dímun. Tey blivu flogin út á toppin her vit standa. Gott við nýggjum blóði norðanífrá og vónandi trívast sleppingarlombini væl her á oynni og vera til gagns nógv ár framyvir.

Lítla Dímun verður kallað ein gimsteinur, tí hon líkist einum gimsteini, men eg meti, at hon eisini er ein gimsteinur sum lærustovnur fyri unglingar í Hvalba og Sandvík. Her er nógv at læra. Vit kundu saktans havt fleiri slíkar Lítlu Dímunar.

Vit hava nógvar náttúruperlur í okkara lítla landi og Lítla Dímun er avgjørt ein av teimum. Hon er okkara minsta oyggj, og her býr onki fólk. Her er seyður og fuglur og rotta er ikki í oynni. Ein matkovi. Tað er ikki bara sum at siga tað hjá óvandum fólki at koma uppá oynna frá báti. Ein skal vera fótfimur og ikki óttast hæddum. Veðrið á sjógvi og landi, kyrra og streymur eru altavgerandi faktorar, sum skulu ganga upp í eina hægri eind fyri at hetta skal bera til. At síggja til frá sjónum, sær oyggin rættiliga óatkomilig út, men eldsálir í Hvalba og Sandvík hava lagt stóra orku í at gera oynna so atkomiliga sum gjørligt.

Kongar og trin eru boraði inn í klettin, stigar settir upp og lesningar lagdir og rásir gjørdar. Eisini hava teir bygt hús/ smáttir á oynni til at húsast í og yvirnátta í, tá teir eru í oynni.

Hetta eru inniløgumenn um ein háls, sum vilja útnytta tilfeingið og møguleikarnar, sum oyggin hevur.

Ein túrur út her í oynna er mindfullness, sum vil nakað. Túrurin fær okkum at liva í núinum og gloyma trega og trupulleikar hesa løtuna, tí hetta er so stórt og eksklusivt.

Fólk gerast hugtikin og tikin av bóli, so tað ikki er pláss fyri øðrum hugsanum. Latið okkum njóta løtuna beint her og nú, uttan at leggja ætlanir fyri,
hvat vit skulu náa í morgin og í næstu viku. Bíblian biður okkum eisini um at gleðast og ikki stúra.

Tað eru nógv, sum hava sálarligar avbjóðingar. Talið er vaksandi, kanska serliga millum okkara ungu. Tíbetur er farið burtur frá bert at tosa um viðgerð til meira og meira at tosa um fyribyrging og verju. At vera úti í náttúruni er balsam fyri likam og sál. Tað reinsar sinnið og fær okkum at gloyma gerandistrupulleikarnar eina løtu, tí tað at vera úti í náttúruni hevur positiva ávirkan á sál og sinni. Hetta er alment viðurkent av læknum.

Við verkætlanini ver virkin, ver saman og ver hugbundin hevur Fólkaheilsuráðið sett fokus á okkara sálarligu heilsu. Við hesum túrinum út á Lítlu Dímun fáa vit allan pakkan. Vit eru virkin, eru saman og eru hugtikin av tí vit síggja og av umhvørvinum.

Søren Kierkegaard skrivaði nógv um, hvussu gott tað gjørdi honum at ganga.

Hann setti í heila tikið stóran prís uppá kropsliga rørslu og at steðga á og práta við fólk. Í einum brævi til svigarinnuna Henriettu, sum var sjúk, bað hann hana fyri alt í verðini ikki missa hugin at ganga. Sjálvur gekk hann seg til sína dagligu vælveru og gekk frá øllum sjúkum. Hann hevði gingið seg til sínar bestu tankar og kendi ongan tanka so tungan, at hann ikki kundi ganga seg frá honum.

Hvat mundi Kierkegaard sagt um hann var her í dag. Tá tað gjørdi honum so gott at ganga mitt inni í býnum Keypmannahavn, so er tað opinlýst mangar ferðir betri at ganga úti í Guds fríu óspiltu náttúru, sum her úti á Lítlu Dímun. Vænti hann hevði verið motiveraður og imponeraður um hann var ímillum okkum.

Kann fyri stuttleikar siga, at Hanus Jákupson, sum er við okkum her í dag, hevur nátt sínum máli, sum var at koma uppá allar teir 340 skrásettu
fjallatindarnar í Føroyum. Tað eru 340 skrásettir fjallatindar í Føroyum og Rávan var tann síðsti hjá honum, sum hjá so mongum øðrum.

Vil enda við at takka stigtakarum og fyriskiparum og teimum, ið varða av Lítlu Dímun fyri at hava gjørt tað møguligt at hava eitt sovorðið einastandandi tiltak sum hetta úti í Lítlu Dímun. Takk fyri at eg slapp at vera við í dag. Ynski okkum øllum ein góðan dag víðari.

Gud signi mítt føðiland Føroyar.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: