Ritan á beding í Klaksvík

Fyri tveimum vikum síðani lýsti Standferðslan, at Ritan skuldi á beding hjá Mest, men Ritan slapp ikki á Beding, tí ein trolari hjá JFK stóð rimmar fastur har og slapp hvørki upp ella út og har hevur hesin trolarin staðið í góðar 2 vikur, men sum skilst so er hann sloppin leystur aftur.
Men í morgun sæst, at Ritan skal umvælast á Klaksvíkar Sleipistøð, tí hon er á veg upp á bedingina hjá KSS, hendan myndin er tikin klokkan 10:19 í morgun.
Tað skuldi sjálvandi verið líka til, at hon verður umvæld í Klaksvík, hon er jú heimahoyrandi í Norðoyggjum.
Tað fer at taka einar tvær vikur at gera Rituna klára, har ymsar umvælingar skulu gerast og tað árliga erftirlit eisini skal gerast.
Jósup røkir sambandi millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy í hesum tíðarskeiðinum til Ritan verður tøk aftur.
SáH