RESPEKT!

Var á valfundi hjá Sinnisbata í gjárkvøldið. Ein so sera góður fundur, og viðkomandi fyri okkum øll.

Hóast hann er væl og virðiliga lýstur bæði í sosialu miðlunum og útvarpið, so saknaði eg nakað. Og tað slóg meg ikki sørt, at ikki allir flokkar sum vóru umboðaðir í løgtinginum møttu. Vánaligt.

Og hyggjandi yvir áskoðarafjøldina kundi eg staðfesta at ikki
EIN – Ja ikki ein einasti mannligur politikari var møttur. Teir politikara sum vóru møttir vóru kvinnur. Og takk fyri tað. Hetta sigur ikki sørt fyri virðingina innan økið

Og so tað allartýdningarmesta – har var ongin sálarlækni møttur. Og eg havi ein mistanka til, at teir kanska eru so fáir, at ongin hevur tíð. Tað er tí ikki teirra skyld, men politiska raðfestingin sum hevur ábyrgdina. Og heldur ikki dugdi eg at hóma serliga nógv innan sálarheilsuøki í Sjúkrahúsverkinum.

Hetta sigur mær bara tað, at tað verður als ikki givið hesum øki nóg nógvan ans.

Takk fyri eitt gott og gevandi tiltak Sinnisbati, Tit gera eitt megnararbeiði og haldið tit áfram við hesum. Men við slikari virðing fyri økinum, so er tað ein tung mótbrekka at fáa batar.

Men eg skal eg so siga fyri mína rokning: Mín partur skal ikki liggja eftir um eg komi so langt.

Pól Huus Sólstein

Valevnið hjá Fólkaflokkinum

Please follow and like us:

9 thoughts on “RESPEKT!

  1. Hi there! I could have sworn I’ve visited this site before but after browsing through some of the articles
    I realized it’s new to me. Nonetheless, I’m certainly happy
    I came across it and I’ll be book-marking it and checking back regularly!

  2. I think the admin of this website is genuinely working hard
    in support of his site, as here every data is quality
    based information.

  3. Its like you read my thoughts! You seem to know a lot
    approximately this, like you wrote the book in it or something.
    I think that you just could do with a few percent to pressure the message home a little bit,
    but instead of that, that is fantastic blog. A great read.

    I’ll certainly be back.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.