RENNIBREYTIN VERÐUR NÚ GJØRD LIÐUG


Í gjar varð avtala undirskrivað millum Klaksvíkar kommunu og Metatron, ið er veitari av graslíkinum og renniundirlagnum til rennibreytina. Gongur sum ætlað, so verður møguligt bæði sparka og renna í heyst.

Rennibreytin er komin væl áleiðis. Í summar varð asfaltarbeiði gjørt á vøllinum, og komandi vikurnar verður farið í gongd við at leggja graslíkið og undirlagið til sjálva rennibreytina. Karl Johansen, borgarstjóri, sigur seg vera sera væl nøgdan við, at enn ein verkætlan líður móti endanum.
– Eg frøist um, at vit skjótt kunnu seta tvær strikur undir enn eina frálíka verkætlan. Somuleiðis gleði eg meg til skjótt at kunna bjóða fantastiskar umstøður til frælsan ítrótt, betri umstøður til fótbóltin og onnur, sum hava áhuga at brúka ítróttarøkið.

Spakin til rennibreytina við Másheygg bleiv settur Í oktobur 2018, og líður nú móti endanum. Kostnaðurin fyri alla verkætlanina er umleið 30 mió. kr.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: