Rennibreytin: Kanjon átti lægsta boð

DCIM100MEDIA
Tilboðini uppá arbeiðið at gera Vígvøllin við Másheygg, sum fevnir um rennibreyt við venjingarvølli í miðjuni, vórðu latin upp í Býráðssalinum í dag.
Kanjon átti lægsta boð, sum var 14,8 mió. kr., og vann sostatt útboðið.
Innkomnu tilboðini til verkætlanina vóru:
Kanjon: kr. 14.815.764,-
Norðhús: kr. 17.980.000,-
Á Brekku: kr. 18.152.052,-
Boðini verða nú eftirkannaði, áðrenn Kanjon kann byrja arbeiðið, og miðjað verður móti, at Vígvøllurin við Másheygg kann takast í nýtslu í seinnu helvt av 2019.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: