Rebekka Trygvadóttir vann spennandi kappingina í 50 metur bringu

Rebekka Trygvadóttir fekk ein vánaligan start, tá ið hon svam 50 metur bringu, men hon svam seg skjótt upp og tá ið tey vendu lág hon fremst, hon kom inn við tíðini 34.48 og tað er nær við hennara allerbestu tíð, sum er 34.19, nummar tvey bleiv Eyðrið Mortensen frá Havnar Svimjifelag og hon hevði tíðina 34.97 og nummar trý gjørdist Ronja Ró í Dímun eisini úr Havnar Svimjifelag og hevði hon tíðina 35.50, beint í hølunum á henni kom okkara Sólvá A. Sigurðsson og hon hevði tíðina 35.66.

Stórt tillukku Rebekka

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: