Rebekka Trygvadóttir vann sera spennandi kapping í 100 metur bringu

Rebekka Trygvadóttir frá Ægir vann uppiborið 100 metur bringu hjá kvinnum og settið Ásbjørg Hjelm frá Reysta so diddiliga uppá páss, eftir at Ásbjørg hevði vunnið 50 metur bringu fríggjakvøldið.

Rebekka fekk ikki tann besta startin, men tað sæst beinanvegin, at hesa kappingina vildi hon vinna. Hon var eitt sekund aftanfyri Ásbjørg, tá ið tær komu inn til 50 metrar, men so settið Rebekka ferðina upp og í teimum 25 metrinum, setti hon spurtin inn og fór fúkandi forbí Ásbjørg og kann nú kallað seg føroyameistari í 100 metur bringu.

Rebekka er fimm ár yngri enn Ásbjørg, so sigast skal, at hetta var sera stórt fyri Rebekku. Høllin kókaði og venjarin Jamie Arro var sera glaður fyri innsatsin og tíðina.

Rebekka Trygadóttir settið eisini persónligt met, hon kom inn við tíðini 1:14.64, hennara besta tíð áðrenn var 1:15.33. Ásbjørg Hjelm kom inn við 1:15.42 og beint í hølunum á henni, kom enn ein svimjari frá Ægir, Sólvá A. Sigurðsson, hon hevði tíðina 1:16.40 og tað var stórt persónligt met, gamla tíðin hjá henni var 1:18.12 og at forbetra seg næstan tvey sekund í 100 metur bringu er fantastiska flott klára Sólvá.

Tað sum er sera gleðiligt fyri Ægir svimjarnir er, at teir flestu av svimjarnum seta persónlig met og tað hevur stóran týdning seinni.

Stórt tillukku Rebekka og Sólvá.

SáH

Her myndir av 100 metur bringu, ein tað besta kapping Rebekka Trygvadóttir hevur svomið:

Please follow and like us: