Rebekka Trygvadóttir vann FM í 200 metur bringu og persónligt met

Tað gjørdist ein sera spennandi finala í 200 metur bringu hjá kvinnum. Rebekka Trygvadóttir í Ægir gjørdist bert nummar trý í innleiðandi um morgunin, men hon tók seg gevaldigt saman í finaluni og vann sera spennandi finaluna við minni enn eitt hálvt sekund frá Emma Bruhn frá Suðuroyar Svimjifelag.

Rebekka Trygvadóttir kom inn við tíðini 2:44.07 og tað er eisini persónligt met, gamla tíðin hjá henni var 2:44.77, super flott Rebekka, nummar tvey gjørdist Emma Bruhn frá Suðuroyar Svimjifelag, hon hevði tíðina 2:45.55 og nummar trý gjørdist Eyðrið Mortensen, við tíðini 2:47.65. Leggjast skal afturat, at Rebekka er árgang 2004 og hinar eru árgang 2002 og árgang 2003.

Sostatt Rebekka Føroyameistari í 200 metur bringu á langgeil 2019.

Stórt tillukku Rebekka og sjálvandi til venjaran eisini Jaime Arro.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.