Rebekka Trygvadóttir gjørdist Føroyameistari í 50 metur bringu

Rebekka Trygvadóttir úr Ægir vann 50 metur bringu hjá kvinnum við tíðini 35.36 og nú havi eg mist talið, hvussu nógvar gullmedaljur Rebekka hevur vunnið, men tær eru nógvar.
Nummar tvey gjørdist Sólvá A. Sigurðsson eisini úr Ægir og nummar trý gjørdist Petra A. Nielsen úr Suðuroyar Svimjifelag.
Rebekka Trygvadóttir hevur havt eitt framúr gott FM 2018 og er hon sera ung, hon er frá 2004, so hon verður framtíðin í Ægir, drív á Rebekka, næsta málið hjá tær má vera, at sláa nøkur føroysk met og føroysk junior met, røsk ert tú.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: