⭐️RASMUS BJERG SYNGUR JOHN MOGENSEN⭐️
Rasmus Bjerg kemur við bólki sínum á Summar Festivalin at framføra teir bestu sangirnar hjá legenduni John Mogensen – »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »To mennesker på en strand«, »Fut i fejemøget« og aðrar. ✌️🇩🇰⭐️
Hetta eru sangir, sum føroyingar hava lurtað sera nógv eftir, og nú kunnu teir upplivast live við einum framúr góðum bólki og einum fantastiskum sjónleikara og sangara í leiklutinum sum John Mogensen.👏😆
Rasmus Bjerg spældi John Mogensen í sera væl umtókta filminum »Så længe jeg lever«, og síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum – og ummælini hava verið framúr góð.👍😀
Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl, nú 45 ár eftir at John
Mogensen doyði alt ov ungur í 1977. Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir tónleikinum hjá John Mogensen, og fleiri sangir eru týddir til føroyskt og útgivnir her.✌️😆🇫🇴
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: