Rætt fekk News.fo og Norðoya Portalurin viðvíkjandi Klaksvíkar Kommunu

Endiliga vaknaði hinir fjølmiðlarnir í Føroyum, men Norðlýsið skrivar sera lítið um Klaksvíkar Kommunu fyri tíðina, hví man tað vera?

Hví skrivar Norðlýsið ikki um Biskupstorgi og um Tekniska stjóran og onnur mál í býnum, sum eisini eiga at koma fram í ljósið?

Hevði hatta hent í Tórshavn, so hevði Norðlýsið brúkt alla sína tíð at rakka Tórshavnar Kommunu niður, men hvat hendir her? er Norðlýsið eisini blanda uppí rotinskapin í Klaksvíkar Kommunu? ella eru teir bangir fyri, ikki at fáa lýsingar frá Klaksvíkar Kommunu, tí teir skriva um hvat gongur fyri seg aftanfyri gardinurnar á N.P.Gøtu?

News.fo og Norðoyar Portalurin fáa næstan ongar lýsingar frá Klaksvíkar Kommunu, so tað kostar at koma fram við sannleikanum.

Rætt fekk News.fo og Norðoya Portalurin viðvíkjandi tekniska stjóranum í Klaksvíkar Kommunu, les hesa grein og filmsklipp frá Kringvarp Føroya tann 2. september, klikk her “Gullrandaður starvsáttmáli í Klaksvík”

Her ein grein sum gjøgnumgongur alla gongdina viðvíkjandi Tekniska Stjóranum í Klaksvíkar Kommunu, so kunnu tit seta spurningar, um ikki Símun á Høvdanum ikki hevur havt rætt í øllum hann er komin fram við? les hesa grein “Kommunan vildi burturvísa tekniska stjóran”

Nú manglar bara at vit fáa skil á galskapinum viðvíkjandi Biskupstorginum, hvør hevur skriva sær sjálvum sáttmálar og hvør stendur aftanfyri øllum tí svansinum?

Símun á Høvdanum