Rætt fekk eg, hvussu pillbýttur kann ein vera!!!

Skrivaði eina grein tann 10. juni og hana kunnu tit lesa niðast á síðuni, men rætt fekk eg og nú er alt latið uppaftur og alt er akkurát líka sum í 2020 og Ólavsøkan verður hildin sum vanligt. Les tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum herundir:

Náttarlív og summarstevnur í gongd aftur

Náttarlívið og summarstevnur kunnu so smátt fara í gongd aftur. Tað heldur heilsufakligi myndugleikin, sum hesa vikuna hevur viðgjørt koronustøðuna. Bæði náttarlívið og summarstevnurnar hava verið avmarkaðar seinastu vikurnar, men nú verður mett ráðiligt, at tey varisliga og undir skipaðum umstøðum kunnu fara í gongd aftur.

Hildið verið fast um kravdu kanningina við komu til Føroya, og at fólk lata seg kanna aftur fjórða dag. Tað verður framhaldandi staðiliga heitt á øll fólk, sum koma til Føroya, men ikki eru koppsett, um at vera sera varin til kanningina á fjórða degi.

Skalt tú til eitt størri privat – ella alment tiltak, er tað skilagott, at tú letur teg kanna áðrenn tiltakið.

Heilsufakligi mynduleikin heldur framvegis ikki, at tað er ráðiligt at fyriskipa festivalar. Hava vit ætlaðu koppsetingartilgongdina í huga, og tamarhald framvegis er á smittuni, so fara vit væntandi at halda eina nærum vanliga ólavsøku í ár.

Heilsumálaráðið

Hvussu pill býttur kann ein vera

Please follow and like us: