Ræðsluhúsið Villiniborg, ansi tykkum

Toymið á Norðoya kunningarstovu fór í gjár ein túr ígjøgnum ræðslunnar villiniborg 😵

Vit tordu ordiliga væl, og vóru als ikki bangnar, og skríggjaðu yvirhøvur ikki. Um onkur sigur okkurt annað, so pella tey 🤥

Men! Ja, nú kemur tað… Vit mistu móttøkufólkið hjá okkum vekk, onkustaðni ímillum hatta svaka pettið, sum hálaði í beinini hjá okkum, og hitt sum datt niður úr loftinum. Vit runnu aftur og fram fleiri ferðir fyri at finna hana, men hon var ikki at síggja nakrastaðni.

Enn bilar tað ikki so nógv, tí nú er vikuskifti – men vit vóna at hon kemur aftur áðrenn kl 9.00 mánamorgunin, tí tá skal hon møta til arbeiðis.

So góðu tit! Um tit síggja hana, biðið hana so svara telefonini og siga at hon hevur tað gott.

Norðoya Kunningarstova