Heilsuverkið Tíðindi

Raðfesta arbeiðið at basa harðskapi og kynsligum ágangi

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur sett sær fyri, at arbeiðið at basa harðskapi og kynsligum ágangi, skal halda fram og styrkjast, og hevur tí raðfest hesi øki í fíggjarlógini fyri komandi ár.

Kvinnuhúsið – eitt týdningarmikið friðskjól
Kvinnur, sum eru ella hava verið fyri harðskapi og børn teirra skulu hava eitt gott og trygt stað at venda sær. Eitt slíkt friðskjól er Kvinnuhúsið, sum veitir ráðgeving, vegleiðing og hjálp. Møguligt er eisini hjá kvinnum, sum noyðast at rýma heiman undan harðskapi, at fáa sær og børnunum innivist í Kreppumiðstøðini eina tíð.

Hetta er eitt arbeiði, sum samgongan fegin vil styrkja og stuðla, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, og vísir á, at henda raðfesting eisini er ein greið ábending um, at samgongan ynskir at styrkja átøkini móti harðskapi í nærsambondum.

-Dag og nátt, allar ársins dagar, tekur Kvinnuhúsið ímóti kvinnum og børnum, sum rýma heiman undan harðskapi. Vit vilja fegin raðfesta tað arbeiðið, sum verður gjørt í Kvinnuhúsinum, so teirra ráðgeving og stuðul kunnu styrkjast, samstundis sum vit vónandi fáa minkað um harðskapin.

Tí hevur samgongan biðið um økta játtan til Kvinnuhúsið í skrivi, sum er borið løgtingsins fíggjarnevnd.

Fleiri pengar til seinárin av kynsligum ágangi
Kynsligur ágangur er eitt so álvarsligt brot, sum fólk kunnu fáa trupulleikar av alt lívið. Kris er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum nú í mong ár hevur upplýst um kynsligan ágang eins og givið misnýttum ráðgeving og hjálp.

Samgongan vil fegin styrkja hetta arbeiðið og hevur tí valt at hækka játtanina til Kris.

-Kris hevur nú í mong ár veitt vaksnum fólki, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, stuðul, og hetta meta vit í samgonguni høgt, sigur landsstýriskvinnan.

Samgongan ásannar eisini, at tað arbeiðið, sum sjálvbodnir felagsskapir, sum júst Kris, hvønn dag útinna, er av alstórum týdningi fyri samfelagið.

Hagtøl – hvussu halda vit fram
Tá arbeiðið at basa harðskapi og ágangi skal skipast, er týdningarmikið at gera sær greitt, hvør tørvurin er og hvussu orkan kann nýtast á besta hátt.

Arbeiðið við Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum eins og Heildarætlan um kynsligan ágang, hevur nú nøkur ár á baki. Tí hava vit nú fingið eina fatan av tørvinum og hvar hann er størstur.

Samgongan vil, at hetta arbeiðið heldur fram, og ynskir at fáa til vega hagtøl, sum kunnu lýsa hetta økið í síni heild, so vit betri eru før fyri at meta um, hvat er týdningarmikið, og hvussu er skilagott at halda fram.

Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, valt at raðfesta hetta á komandi fíggjarlóg.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *