Radarin er sum ein “tjóvaríalarmur”


Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um ein radara, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli. Onkur heldur, at vit eiga ikki at seta hann upp, tí vandi er fyri, at vit við honum gera russar firtnar, og tað kann fáa avleiðingar fyri okkara góða samhandil við Russland.

Eg haldi ikki, at vit eiga at vera bangin fyri hesum, tí hetta er ikki øðrvísi enn, at eg keypi ein alarm, um eg havi varnast at onkur gongur inni í mínum húsi, meðan eg liggi og sovi. Eg spyrji sjálvandi ikki óbodna gestin um loyvi at keypa alarmin, og eg spyrji heldur ikki, hvørji revsitiltøk hann fer at seta í verk ímóti mær, um eg seti alarmin upp. Tann fremmandi veit fullvæl, at hann hevur einki at gera inni hjá mær, og at eg havi mín fulla rætt til at seta alarmin upp.

Støðan hjá okkum í dag er júst tann sama. Vit vita, at fremmand flogfør flúgva ígjøgnum okkara loftrúm, hóast tey ikki hava loyvi til tað. Óbodnu gestirnir vita eisini, at henda flúgvingin er ólóglig. Vit seta tí eina ávaringarskipan upp, sum kann siga frá, nær vit fáa hesa óbodnu vitjanina. Radarin skjýtur ikki. Hann bara sigur frá.

Sjálvandi hava vit áhuga í at vita, hvør flýgur gjøgnum okkara loftrúm. Síðani gamli radarin á Sornfelli bleiv sløktur í 2007 hevur ein blindvinkul verið, sum hevur givið russiskum flogførum møguleika at flúgva ósædd gjøgnum loftverjuketuna hjá Nato. Tað er hetta holið sum nýggi radarin skal tetta.

Vit tosa ikki um at skjóta eftir nøkrum, men vit seta ein alarm upp, sum sigur frá, nær óbodnir gestir koma á gátt, og hesir skulu eisini vita, at vit síggja teir.

Helgi Abramhamsen
Løgtingsmaður

Please follow and like us: