Radarin 2. mai 2018!

Løgtingsins Umboðsmaður (LUM) heldur fast við sína niðurstøðu frá desember 2014. Tað var ikki í tráð við lógina at flyta veiðiloyvið frá einum línuskipi á eitt skip, sum hevði verið ídnaðarskip.
LUM staðfesti eisini, at avgerðin hjá Fiskimálaráðnum í mars 2015 ikki var í andsøgn við niðurstøðuna, tí talan var um flyting av veiðiloyvi frá einum línuskipi á eitt annað línuskip.
Tá tað eru línuskip, er tað húkatalið, sum er avgerðandi, og tí øktiskt veiðiorkan ikki, tá veiðiloyvir vóru flutt ímillum línuskip í bólki 3, staðfestið LUM.
Harvið er “siðvenjan”, sum kanningarstjórin umrøður, als ikki verið nøkur siðvenja.
Tað var “almen vitan”, at tað ikki bar til at flyta eitt veiðiloyvi av einum línuskipi á eitt ídnaðarskip.
30. juni 2016, undir sitandi landsstýrismanni, byrjaði ein nýggj siðvenja í Vørn, tá veiðiloyvi hjá Helenu var flutt á Slættaberg. Hetta verður endurtikið 22. mai 2017, tá veiðiloyvini av Helenu og Eysturingi blivu flutt á Næraberg og Slættaberg.
Tað eru í veruleikanum Vørn og kanningarstjórin, sum hava uppfunnið nevndu “siðvenju”.
Undarligt at LUM og kanningarstjórin eru so grundleggjandi ósamd um eitt og sama mál.
Landsstýrismaður, sum hevur sitið knapt 3 ár í Fiskimálaráðnum, hevur enn ikki funnið útav, hvørjar treytir skulu setast, tá línuskip verða skift út.
Ongar “klokkuklárar mannagongdir”, tíðanverri, bert tóm orð.
Jacob Vestergaard