Poul Andreas Lava Sirdal farin

Enn ein av mínum vinum farin í Harrans hendur í 2021. Poul Andreas var ein av teimum fyrstu í grannalagnum, sum ynskju okkum vælkomin á Helnabrekku í 1992 og okkara góða vinarlag byrjaði tá og vit hava havt nógvar góðar løtur og samtalur saman.

Hann var eisini maðurin, sum hevur skorið mær óteljandi kjálkar, einamest tá ið hann arbeiddi á Kósini og í ár havi eg eisini fingið kjálkar frá honum og eg haldi at eitt kók er eftir her í Trustrup.

Tað eg minnist Poul Andreas best fyri, vóru biltúrarnar hann koyrdi runt allan býin og næstan altíð hevði hann hundin við sær og so vóru hann og abbasonurin Tróndur Sirdal sum oftast saman á hesum biltúrum, men eisini hansara vinir vóru við og har hava mangir fingið eitt hugnaligt prát við Poul Andreas.

Hann var eisini sera rokaligur og dámdi sera væl at tosað um føroyskan mat og man fekk eina forkláring frá honum, hvussu man skuldi viðgera matin og um tú gjørt soleiðis ella soleiðis, so smakkar tað enn betri, so har fóru nógvar samtalur hjá okkum báðum við tí evninum.

Politikki var hann eisini áhugaður í og har var hann Fólkafloksmaður ella rættari sagt til høgru, ein av tí gamla slagnum, har ein skal klára seg sjálvan, hann var varin at siga sína meining, men tosaði tú við hann leingi, so komu hansara erligu meiningar fram.

Hann var sera góðir við sína familju og hevði altíð fólk rundan um seg og ein Klaksvíkingur við stóra K og altíð í góðum lag.

Takk fyri allar tær góðu og positivu samtalurnar við høvdu saman Poul Andreas og takk fyri óteljandi kjálkarnar tú hevur skorið til mína lítlu familju á Helnabrekku.

Mínir tankar leita til tey nærmastu, tit hava mist tað tit øll vóru allerbest við og tað verður ein tung tíð hjá tykkum øllum at koma ígjøgnum, Jesus pápi verður hjá tykkum øllum í tykkara sváru tíð.

Hvíl í friði vinur mín Poul Andreas.

Við sorgblíðni

Símun á Høvdanum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: