Posta tekur dómin til eftirtektar

Í oktober 2020, burturvísti Posta einum postboði. Fyrrverandi postboðið kærdi burturvísingina og rætturin hevur nú sagt dóm.

Sambært dóminum var burturvísingin eitt ov stort stig at taka. Rætturin áleggur tí Posta at rinda uppsagnarløn og sakarkostnað.

Posta hevur tikið dómin til eftirtektar og rindar fyrrverandi postboðnum uppsagnarlønina. Posta ger sostatt ikki meira við málið.

Málið er harmiligt, bæði fyri fyrrverandi postboðið, fyri starvsfelagar og fyri Posta.

Posta brúkar GPS tøkni í øllum akførum, soleiðis at vit vita, hvar akfør eru og kunna fortelja viðskiftafólkum, nær ein pakki verður heintaður ella útflýggjaður. Sambært vegleiðing frá Dátueftirlitinum, sum Posta fekk á fundi í juni 2016, kunnu dátur úr einum GPS ikki nýtast einsamallar hóast sterkur illgruni er um mishald av starvinum. Vegleiðingin segði, at var sterkur illgruni um mishald av starvinum, skal hetta prógvast á annan hátt, eitt nú við myndum og tímaskráseting. Er hetta stig tikið, kunnu hesir upplýsingar tá samanhaldast við dátur úr GPS skipanini. Posta hevur fylgt hesari mannagongd, og er tað einastu fer henda mannagongd er brúkt.

Posta hevur síðan gjørt nýggjar mannagongdir fyri GPS skráseting í akførum, sum eru góðkendar av Dátueftirlitinum. Hesar mannagongdir liggja tøkar á intranetinum hjá Posta.

Sum stjóri havi eg ábyrgd av, at Posta verður rikið rætt og at Posta heldur allar sáttmálar og fyrisitingar. Vit seta nú punktum við málið.

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta

 

Please follow and like us: