Politi: Hevur tú sæð nakað

Politiið leitar eftir einum lítlum ljósum bili

​Í dag umleið kl. 12 hendi eitt ferðsluóhapp í Kollfjarðatunnlinum.

Ein ljósur bilur á veg ímóti Kollafirði, kemur ov langt yvir í vinstru síðu. Bilurin rakar síðuna á tveimum mótkoyrandi bilum, sum fáa materiellan skaða.

Ljósi bilurin steðgar ikki á, og kanningar á staðnum kundu bent á, at talan er um ein Toyota Auris.

Politiið kundi hugsa sær at komið í sambandi við føraran á bilinum, ella onnur sum møguliga vita okkurt um tilburðin.

Veitst tú okkurt vinarliga ring 114.

Samband við politiið:
Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

Lýsing webshop.fo
Lýsing webshop.fo
Please follow and like us: