Polarhav og Stjørnan eru komnir inn við 220 tonsum av gullaksi

Stjørnan, Polarhav, Fuglberg og Skoraberg, mynd tikin tann 04.09.2022 klokkan 07:05

Polarhav og Stjørnan komu aftur av fiskileið leygarmorgunin. Teir hava partrola vestanfyri Føroyar.

Teir høvdu ein góðan túr, men fingu trupuleikar við trolinum og hava teir arbeitt uppá tað á kajuni niðan fyri Look North í nátt og í dag og blivu lidnir at umvælað tað fyri góðum tíma síðani og eru nú farnir til fiskiskap aftur.

Teir høvdu 220 tons av gullaksi og landa bleiv til Kósina leygardagin. Aftaná blivu lastirnar koyrdar til Tavuna í Leirvík til viðari viðgerðar.

Teir byrjaði túr tann 27. august.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author