Polarhav og Stjørnan komu aftur klokkan 15:00 í dag av roktúri og hava teir fulla last. Teir hava partrola við Føroyar.
Teir landa til Kósina og høvdu teir heili 248 tons av gullaksi og nakað av leysum.
Tá ið liðugt er at landa verður lastin koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.
Teir byrjaði túr tann 08. apríl.
SáH
Please follow and like us: