Polarhav og Stjørnan eru komin inn við 360.000 pundum

Polarhav og Stjørnan. Mynd tikin tann 13.05.2022 klokkan 06:08. Teir byrjaðu at landa parið klokkan 08:00 í morgun.

Polarhav og Stjørnan komu aftur av fiskileið klokkan 03:00 í morgun. Teir hava partrola norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 360.000 pund av gullaksi.

Landa verður til Kósina í morgun og byrjaðu teir at landa klokkan 08:00, tá ið liðugt verður at landa, verður lastin koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Teir byrjaði túr tann 07. mai.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: