Playstaion 5 verður ein dýr gáva

Sony er komin við nýggjari Playstaion 5, og verður í handlunum síðst í 2020, men um tað verður undir hvørjum jólatræði, er ikki heilt víst enn.
Prísurin á 5 útgávu er ikki heilt komin fram enn, men um ein bíleggur forút, skal gjaldast so nógv, at tað verður neyvan ráð at keypa undir jólatræði, tí teir handlar sum møguligt er at forút bíleggja Playstation 5 hava ein prís sum liggur beint undir 7000 kr.
Men møguliga verður prískríggj, tí onkur handilsketa sigur at prísurin verður um 6000 kr og onkur sigur at prísurin verður enn minni enn tað, tí vilja ráðgevar mæla til at bíða til Playstation 5 er komin út, tí tá vanta teir at prísurin verður nógv minni enn um tað verður forút bílagt longu nú.