Pison landaði 100.000 pund til Kósina ígjár

Tíðliga ígjár landaði Pison 100.000 pund til Kósina. Teir høvdu roynt við línu á Munkagrunninum og tað mesta var longa og so nakað av toski, brosmu og hýsu.

Hýsa bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað bleiv til 9.360 pund.

Pison byrjaði túr tann 5. september, so fiskiskapurin hevur verið rímuligur.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author