Pison komin inn við 60.000 pundum

Pison kom aftur í nátt. Teir høvdu roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Teir hava 60.000 pund, tað mesta er toskur og landa verður nú í til Kósina.

Ein partur var eisini boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 13.220 pund, tað mesta hýsa og svartkalvi, 8.282 pund hýsa, 2.520 pund svartkalvi og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Pison byrjaði túr tann 09. desember og hetta var síðstu túrurin hjá teimum í ár.

Teir hava fiska fyri góðar 12 milliónir higartil í ár og tá er hesin túrurin ikki taldur við.

Í 2019 seldu teir fyri 21,4 mió so tað er ein stór minking í søluni hjá teimum í ár.

Vit ynskja reiðarí, skipara og manning eini Gleðilig jól og gott nýttár.

SáH

PISON – ( KG 476 ) KLAKSVÍKAR HAVN 09-12-2020 21-12-2020 6.610
Safir, Fuglberg, Skoraberg, Polarhav, Pison, Stjørnan og Smaragd, mynd tikin í morgun tann 21.12.2020 klokkan 05:20
Please follow and like us: