Pison komin aftur við 210 tonsum úr Eysturgrønlandi

Pison, mynd tikin tann 26.05.2021 klokkan 06:54

Pison kom aftur týsdagin. Teir hava roynt við línu undir Eysturgrønlandi.

Teir hava 210 tons og tað mesta var toskur, umleið 180 tons, restin var brosma, longa og annað fiskaslag.

Landa blívur til NFCS í dag.

Teir byrjaði túr tann 26. apríl.

Farið verður aftur til fiskiskap í komandi viku og tá verður møguliga fari til Íslandsryggin at fiska, men tað er ikki avgjørt enn.

​SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author