Pison komin aftur við 152 tonsum

Pison er komin aftur av fiskileið og hava teir roynt fyri tað mesta við línu við eystur Grønland.

Teir hava 152 tons, 148 tons blivu fiskaði við eystur Grønland og 4 tons á rygginum.

Tað mestu av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 297.064 pund og tað mesta var toskur, 279.008 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til Kósina og NFCS í dag.

Pison byrjaði túr tann 27. september.

SáH

PISON – ( KG 476 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 27-09-2021 19-11-2021 148.532
PISON – ( KG 476 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 27-09-2021 19-11-2021 4.360
Please follow and like us: