Í illveðrinum í morgun kom Pison aftur. Teir hava rokast vestanfyri og hava 170.000 pund og tað er tað mesta teir hava havt í langa tíð
Teir byrjaði túr tann 11. januar og hava sostatt verið 10 dagar úti.
Tað mesta var toskur og verður landað til Kósina í dag.
Skip og manningar eru vælkomnar at senda mær eitt meyl ella skriva í mín innbakka, hvat tey hava fingið, hvar tey hava roynt og hvat slag tey hava fiska. Eg skal nokk royna at taka onkrar góðar myndir.
Meyl simun@news.fo
Vælkomnir heim tit á Pison.
SáH
Please follow and like us: