Pison kom aftur í nátt av góðum túri norðan fyri

Nakað eftir miðnátt kom Pison aftur til Klaksvíkar av enn einum góðum túri norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 145.994 pund, sjá søluna herundir.
Teir fóru túr sunnukvøldið tann 10. februar og hevur túrurin verið rokaligur, har veðrið til tíðir hevur verið sera vánaligt.
Pison landar nú til Kósina.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: