Pison kom aftur í morgun av góðum túrið og landar á Kósini

Í morgun kom Pison aftur av fiskileið og landar júst til Kósina. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyum og høvdu ein góðan túr.

Pison byrjaði túrin tann 14. oktober og landa nú í morgun á Kósini.

Veiðan bleiv boðin út á Fiskamarknaðinum Føroyar og høvdu teir 117.800 pund. 81.600 pund toskur, 34.000 pund hýsa og 2.200 havtaska.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: