Pison er komin inn við 45.000 pundum

Pison kom eisini tíðliga aftur í morgun. Teir høvdu roynt við línu á Íslandsrygginum og norðanfyri Føroyar.
Teir høvdu 45.000 pund blanda, toskur, longa, hýsa, svartkalvi og brosma.
Landa bleiv til Kósina í morgun og ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 5.640 pund, 4.320 pund svartkalvi og 1.320 pund hýsa, sjá søluna herundir.
Pison byrjaði túr tann 24. november.
SáH
PISON – ( KG 476 ) | KLAKSVÍKAR HAVN | 24-11-2020 | 04-12-2020 | 2.820 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: