Piet Hein segði, “Slid men vid, ting tager tid”.

Soleiðis hevur kenst við Spinnarínum. Miðvist hevur verið arbeitt at savna pening inn. Henda gáva, ið varð handað Klaksvíkar Býráði í 2009, tá ið nýggjur Bónus handil lat upp, gáva frá SMS v/Niels Mortensen. Arbeiðið byrjaði beinanvegin at fáa bygningin í upprunastand, ein nevnd sett og avtala gjørd, at býráðið skuldi játta pening til íløgu og rakstur.

Í 2016 játtaði Klaksvíkar Býráð 3 mió. kr. til at seta bygningin í stand. Somuleiðis 300.000 kr. um árið til rakstur tey komandi árini.

Myndirnar vísa upprunabygningin og arbeiði sum er í gongd at seta hann aftur í upprunastand.

Ein einastandandi spennandi bygningur við ríkari søgu, ið liggur væl fyri. Vónandi verður virksemi fjøltáttað og livandi, tá ið bygningurin verður tikin í brúk. Vit gleða okkum.

Gunvá við Keldu “Facebook 06042018”

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: