Parkeringsansari til Klaksvíkar Kommunu

Føroya Politi søkir eftir parkeringsansara at arbeiða 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Starvið er lønt sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið á lønarflokki 2, stig 1. Arbeiðið kann verða lagt til rættis millum kl. 08.00 og 22.00, og vaktargjøld verða latin fyri arbeiði eftir kl. 17 yrkadagar og um vikuskifti.

Tað verður javnan skipað fyri undirvísing í ferðslulógini og í mannagongdum í samband við tað, at áleggja parkeringsgjøld.

Setanartreytir:
– Umsøkjarar skulu kunna trygdargóðkennast
– Umsøkjarar skulu verða fyltir 25 ár
– Hava góða heilsu

Tann setti hevur tagnarskyldu!

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Jan Poulsen á tlf.nr. 351448.

Umsóknin skal sendast sum teldupostur til fo-personalekontor@politi.dk  í seinasta lagi 18. mai 2020.

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.