Parkerar tú trygt á Vága Floghavn ?


Eftir at fokus bleiv sett á parkeringsskipanina hjá Vága Floghavn, sær út til at tey hava gjørt broytingar, tí nú ber ikki til at leita eftir nummarspjaldri á heimasíðunu hjá Vága Floghavn.
Felagið sum veitur skipanina til Vága Floghavn eitur Simplyture Aps og hevur heimstað í Danmark, men hvat er hettar fyri eitt felag ? Vit hava grava eitt sindur…
Aftanfyri Simplyture Aps stendur Simplyture Holding Aps, aftanfyri Simplyture Holding Aps stenda Nutsy Aps og Moesgaard Family Holding Aps, aftanfyri tað fyrra av hesum, Nutsy Aps, stendur Jonas Moesgaard Ørting og aftanfyri tað seinna, Moesgaard Family Holding Aps, standa Camilla Moesgaard Holding Aps, Catrine Moesgaard Holding Aps, M.Ø. Holding Aps og VICH 1132 Aps.
Felagið Simplyture Aps er stovna 1.july 2015, men longu 29. juni 2018 skiftur Simplyture Aps revisión, tann 24. juni 2018 verður aftur skift revisión, og tann 24. juni 2019 verður aftur skift revisión.
Tað sær also út til at aftanfyri hesa skipan stendur ein familja í Danmark, einki skeift í tí, men um vit so venda aftur til hvat alt byrjar við, hevur so Vága Floghavn nakra trygd fyri at tað data sum hendan familjufyritøkan fær hendur á, verður viðgjørd á tryggan hátt ?