Páll Fangi vann trygt á Vestanstevnu við einari bátslongd

Páll Fangi hjá seksmannafør monnum gjørdu sína skyldu á Vestanstevnu og vann trygt við einari bátslongd.

Teir løgdu seg á odda frá byrjan av og hildu oddasessin allan vegin inn, men var kappingin hørð við Froðbing og Hósvíking, men í endasprurtinum sæst tíðuliga hvør hevur verið best ígjøgnum alt árið, Páll Fangi hølvaði hinar av og vóru góða bátslongd frammanfyri nummar tvey. sum gjørdist Hósvikingur, sjá tíðirnar her:

Seksmannafør menn
Nr. 1 Páll Fangi 04:54.09
Nr. 2 Hósvikingur 04:56.03
Nr. 3 Skúvur 04:59.11

Páll Fangi hevur vunnið allar sínar róðrar í ár og hava fult stigatal 42 stig.

Stórt tillukku Páll Fangi

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author