Páll Fangi setti Sundabátin uppá pláss á Ólavsøku

Tað hevur gingið serstakliga væl hjá Klaksvíkar Róðrarfelag á Ólavsøkuni 2021.

Hjá  6. mannaførðum hjá monnum var onki undantak. Kappingin var ímillum Sundabátin og Páll Fanga,  men Páll Fangi vildi vinna á Ólavsøku og legði seg á odda frá byrjan av og hesa leiðsuna hildu teir alla vegin inn til málið.

Sundabáturin royndi at geva Páll Fanga kapping, men har var ongin møguleiki hjá teimum og Páll Fangi vann róðurin fult uppiborið.

Páll Fangi hevur stríðst við Korona, men nú vóru allir menn fríðskir og tað sæst sera væl á róðrinum í dag.

Páll Fangi bleiv nummar eitt við tíðini 04:28.30, Sundabáturin nummar tvey við tíðini 04:29.42 og nummar trý Smyril við tíðini 04:34.07.

Sundabáturin bleiv Føroyameistarar, sostatt ein sera góðir dagur fyri Norðoyggjar.

Stórt tillukku Páll Fangi og stórt tillukku Sundabáturin við Føroyameistaraskapinum.

SáH

 

Please follow and like us: