Páll A. Klettskarð takkaði av við at skjóta mál

Páll Klettskarð spældi sín síðsta dyst fyri KÍ á hesum sinni og takkaði hann av, við at skjóta seinasta málið í dystinum.

Hetta var í 64 minutti. Jóannes K. Danielsen ferð ígjøgnum í høgru síðu, leggur ein góðan bólt innfyri og Páll skallaði bóltin í málið til endaliga úrslitið 3-1 til Kí.

Her síggja tit seinasta málið hjá Páll Klettskar og seinasta málið í Betri deildini í hesum kappingarárinum á Djúpumýru, sjá myndir herundir.

Hini málini skutu, Jóannes Bjartalíð 1-0, tá ið 10 min. vóru leiktir, TB/FCS/Royn javnaði beint fyri hálvleik 1-1, Óli Eyðsteinsson Poulsen skoraði til 2-1 og sum sagt, so avgjørdi Páll A. Klettskarð dystin til 3-1 til KÍ.

Sera flott og vilja vit takka Páll A. Klettskarð fyri nógvar og góðar upplivingar við KÍ, vónandi kemur tú skjótt aftur.

Páll vil nú royna okkurt annað og hevur hann gjørt ein sáttmálað við eitt felag í Italia og tann sáttmálin fyri eitt hálvt ár. Páll skal spæla við Breno og tað er eitt felag í teimum lægri deildinum í Italia.

SáH

Please follow and like us: